Um Heðin
Heðin er 35 ár og er føddur og uppvaksin í Tórshavn.
Heðin er sonur Daniel Johan Poulsen, fyrrverandi sjómansskúlastjóra, og Amaliu Mariu Poulsen, lærara í Kommunuskúlanum dóttir havnamyndina Jóhannes Wang. Bjarki Poulsen er eldri og einasti bróður Heðins.
Heðin gekk í Nonnuskúlanum og til nígginda í Kommunuskúlanum. Síðan gekk leiðin á Handilsskúlan í trý ár, har ríkt lestrarumhvørvi kveikti áhugan fyri politikki.
Saman við Teitur N. Poulsen fór Heðin í 1994 til Skotlands at arbeiða, og settu teir á stovn útflutningsvirkið HT-Service. Í september 1995 fór Heðin at lesa løgfrøði við lærda háskúlan í Aberdeen, og í 1999 var Heðin sum bert 23 ára gamal útbúgvin løgfrøðingur.
Heðin gjørdist skrivari fyri nevndina at fyrireika yvirtøkuna av Skipaeftirlitinum; teir formaðurin Halgir Winther Poulsen advokatur og nevndin greiddu verkið úr hondum eftir ætlan á sumri 2000. Skipaeftirlitið og málsøkið trygd á sjónum vóru síðani yvirtikin.
Á heysti sama ár fóru hann og konan til Southampton at nema sær serútbúgving innan løgfrøði, LL.M. Eftir lokna útbúgving í Southampton fór Heðin at starvast sum skipsregistrator undir Fiskimálráðnum; síðani fór hann á sjóvádeildina hjá Trygd, deildarleiðari á ALS og nú starvast Heðin sum dagligur leiðari í Tryggingarfelagnum Føroyar. Heðin hevur verið virkin í politikki, síðani hann flutti heim aftur til Føroya at búgva og hevur sitið á tingi sum varamaður.
Heðin er giftur Biritu Ludvíksdóttir, dóttir Ludvík Petersen fyrrverandi landsskúlastjóra; tey eiga børnini Annu Mariu, sum er 7 ár og Ludvík sum er 8 ár.
Heilsan
Kári á Rógvi

