Í síðstu viku kom Kári P. Højgaard við fráboðan um, at hann ikki tekur undir við fiskivinnupolitikkinum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann boðar eisini frá, at hann ikki kann góðtaka, at onnur í Sjálvstýrisflokkinum enn hann úttala seg í fiskivinnumálum. Undarligt at skula svara einum floksfelaga aftur alment, men eg haldi ikki, at álopið frá Kára P. Højgaard á formannin í Sjálvstýrisflokkinum kann standa ósvarað.
Sjálvstýrisflokkurin hevur sum aðrir flokkar eina lóg, har staðfest er, at aðalfundurin er hægsti myndugleiki. Tað er aðalfundurin við limum floksins sum samtykkir stevnuskrá floksins. Á aðalfundinum verður floksformaður valdur og landsnevndin mannað. Landsnevndin er ájavnt við eina nevnd í einum virki sum hevur ábyrgd av árliga rakstrinum. Landsnevndin hevur millum annað til uppgávu at standa fyri og skipa fyri løgtingsvalum, harímillum skriva valskrá.
Kári á Rógvi bleiv valdur sum formaður í Sjálvstýrisflokkinum á aðalfundinum í fjør, fyrst og fremst tí limirnir vildu hava meiri samsvar ímillum almenna fiskivinnupolitikkin og framferðina hjá tingmanningini á Løgtingi. Síðan tá hevur Kári á Rógvi saman við landsnevndini, starvsnevndini og valevnum arbeitt miðvíst við at fyrireika komandi løgtingsval. Ein av uppgávunum hevur verið at skriva valskrá. Hetta arbeiðið var skotið í gongd, tá Kári P. Højgaard enn var formaður og var ein partur av valskránni einmælt samtyktur á várið 2010, ímeðan Kári P. Højgaard sat sum formaður.
At Kári P. Højgaard ikki er samdur við einum part av fiskivinnupolitikkinum hjá flokkinum kemur ikki sum nakað yvirraskilsi, hann hevur havt mong høvi á landsnevndarfundi at greitt frá støðu síni, men er komin í minnuluta. Tann sum soleiðis er við undirlutan sambært demokratiskum mannagongdum plagar at viðurkenna støðuna heldur enn at blaka um seg við hóttanum og øðrum.
Men Kári P. Højgaard velur alment at finnast at tí sum formaðurin sigur og enntá hótta formannin við munnkurv. Hetta er trupult at skilja, serliga tá hugsað verður um § 5 í lógini hjá Sjálvsstýrisflokkinum sum sigur, at Floksformaðurin er politiski framsøgumaður floksins.
Stevnuskrá floksins er greið, tá tað kemur til fiskivinnuna, hon skal skipast lívfrøðiliga burðadygg og á skilagóðum búskaparligum grundarlagið, og er hetta framvegis politikkurin hjá Sjálvstýrisflokkinum. Ásetingina hevur landsnevndin síðani bygt víðari á, og er einki í samtyktu valskránni, ið gongur ímóti stevnuskránni hjá flokkinum.
Í 1997, tá hvørgin av Kárunum var á tingi, var stevnuskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum seinast broytt. Aðalfundurin samtykkir og ger broytingar í stevnuskránni, og kann Kári P. Højgaard líka sum allir aðrir limir í Sjálvstýrisflokkinum taka stig til at broyta stevnuskránna, um hann er ósamdur. Hetta kann gerast á einum aðalfundi, men hevur hann eisini møguleika at kalla inn til eykaaðalfund fyri at fáa sínar broytingar framdar. Somuleiðis kann hann leggja fram uppskot um landsfundarsamtykt ella verða valdur í landsnevndina og orða valskránna (í báðum førum í samsvar við stevnuskránna).
Tí hevur Kári P. Højgaard nú nakrar møguleikar, hann kann taka stig til at broyta stevnuskránna og eftirfylgjandi valskránna, hann kann velja at fylgja stevnuskránni, ella hann kann velja onnur politisk evnir at fokusera uppá. Men at geva øðrum valevnum og enntá formanninum munnkurv, tað hevur Kári P. Højgaard ongan rættin til.
Heðin D. Poulsen, valevni og limur í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins


Hey Heðin
Ætli mær ikki at leggja meg út í fiskivinnupolitikkin hjá sj.fl. Tað veit eg líka lítið um sum tú og onnur við okkum. Men tey bakbit, sum eru at síggja og hoyra frá tykkum í Havn, fara at gera av við flokkin. Tað er spell, tí hugsjónin er/var fín. Tit hava fullkomiliga gloymt stammuna í flokkinum í strembanini eftir valdinum! Longu eftir annað árið sum tingmaður var stjórnarkvett framt. Fyri okkum, sum hóast ungan aldur, longu hava verið vitni til slíkt áður, kennist hetta svárt, sera svárt. Vit kenna fylgjurnar, og tær eru ikki til at taka feil av. Skilji ikki hvønn rætt tygum taka tygum, tá tygum í hesum lesarabrævinum beinleiðis leggja eftir fyrrverandi formanninum. Um tað er tilætlað ella av berari undirbráttligheit, dugi eg ikki at siga, men einasta úrslit, ið kemur burturúr, er, at flokkurin missir álit millum veljararnar. Eg eri mangan ósamdur við núverandi formannin, men eg taki mær ikki rætt at fara út í fjølmiðlarnar við míni misnøgd. Eg eri betri við flokkin enn so. Tað kanska tú og tínir mangla!
Vinaliga
Dan Lamhauge
Takk fyri tínar viðmerkingar Dan. Stuttligt at hoyra frá tykkum sum eru so góð við flokkin, bert spell at vit ikki síggja teg longur til tiltøk hjá flokkinum, landsfundir, veitslur og onnur almenn tiltøk, so høvdu vit kunna tosa um hetta og nógv onnur spennandi politisk viðurskiftir sum røra seg í flokkinum.
Tað var einki stjórnarkvett framt tá Kári á Rógvi bleiv formaður. Kári á Rógvi fekk áheitanir úr øllum landinum at stilla upp sum formaður og hann takkaði ja eftir at hava borið seg undan í tvey ár. Tað var fyrst og fremst ónøgdin við framda fiskivinnupolitikkin hjá flokkinum sum var atvoldin til allar áheitanirnar um formansskift. Kári P. Højgaard valdi at stuðlað Kára á Rógvi og ikki stillað upp ímóti, líka sum Kári á Rógi hevði stuðlað honum árini framanundan.
Tað er heldur ikki talan um nakað bakbit úr Havn. Sum tú veit, sum ein hollur stuðul hjá flokkinum, so veit tú, at Landsnevndin sum hevur samtykt okkara valskrá til komandi val, er vald úr øllum landinum, eisini Eysturoynni.
Valskráin hevur verið umrødd á fleiri fundum og umvegis teldusamskifti og hevur Kári P. Højgaard hvørja ferð siti einsamallur við síni hugsan tá tað kemur til fiskivinnupolitikkin. Hóast hann hevur verið í einum demokratiskum minniluta, so velur hann í síðstu viku at langa út og sum hann sjálvur sigur, koma við eini uppgerð.
Flokkurin hevur ein etableraðan fiskivinnupolitikk sum staðfesstur í stevnuskrá og valskrá.. At Kári P. Højgaard ikki er samdur við valskrá og stevnuskrá floksins, tað so nakað annað.
Tú veitst betur enn nakar, at talan var um kamuflerað kvett, Heðin. Eftir bert 2 árum. Tú tosar um landsnevnd. Men tú kennir tíverri onki til stammuna, sum hevur stuðlað flokkinum, eisini, tá ringast stóð til. Tá stillaði tú upp fyri annan flokk. Sama við kára Petersen og Jóannes n. Dalsgaard. Nú sita tit í landsnevndini og siga, hvussu lógirnar hjá sjálvstýrisflokkinum skulu tulkast. Hava tit spurt stammuna? Neyvan, tí tit eru øll nýggj, og vilja hava vald. Men tað man fara at svíða.
1.hvussu nógv fólk møttu upp at tiljubla nýggja formannin á aðalfundinum?
2. Hvussu nógv fólk úr fiskivinnuni luttaka í orðingum av fiskivinnupolitikkinum hjá flokkinum?
Nakað annað:
3. Tit profilera tykkum við 1000 lestrarplássum í Føroyum. Hvussu skal tað fremjast í verki?
4. Hvussu seriøst er hetta uppskotið gjøgnumarbeitt?
5. hvussu seriøst er Uniklax gjøgnumarbeitt? Hvat snýr hetta seg um?
Hetta eru mál, sum fólk her um leiðir hava ringt við at taka í álvara.
DanL
Góði Dan, tíverri fer tú aftur skeivur nú, sanniliga spyrja vit stammuna, men rætt er, teg hava vit ikki spurt til ráðs, tað mást tú umbera, men tað er allarhelst fyrst og fremst av teirri orrsøk, at tú aldrin er at síggja til tiltøk hjá flokkinum har stamman møtir upp og tað hava verið fleiri av hesum tey síðstu árini.
Tað stendur øllum limum frítt at lata seg velja í lokal feløgini og velja lokalfeløgini eisni umboð í Landsnevndini. Títt lokalfela hevur valt Kristinu, hevði tú havt hug, ivist eg ikki í, at tú kundi verið eitt boð, men tí hevur tú ikki víst áhuga, kanska tú sum partur av stammuni hjá flokkinum skuldi hugsa at komi og hjálpt okkum, tí vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum og ikki einans tá ósemja er undir uppsigling.
Kári P. Højgaard yvirtalaði meg at stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin, tað var tvey ár eftir at eg hevði vinka Fólkaflokkinum og politikki forvæl. Komin í Sjálvstýrisflokkin gjørdist eg aktivur, tí har eg eri, har eri eg aktivur, og leggji lítið í at halda meg vekk frá ábyrgd. Tú tosar um bakbit, men tað er nú undarligt, at fyri nøkrum fáum árum síðani var tað einki problem, at eg hevði eina fortíð í Fólkaflokkinum, men nú, nú er tað eitt issue fyri teg.
Tá tú tosar um, at fólk har um leiðir hava ringt at taka seriøs mál í álvara, so mæli eg tær til at tú tosa við títt lokal umboð í Landsnevndini og harvið gera tína áskoðan og tí hjá fólki har um leiðir galdandi.
Eg kann bara endurtaka, tað vóru fólk frá øllum Føroyum sum ynskti formansskifti og har vóru undirskriftir frá fyrverandi løgtingslimum, landsstýrismonnum og gomlum stillarum úr øllum Føroyum hjá Sjálvstýrisflokkinum, hesa áheitan hava øll í Landsnevndini sæð, íroknað Kári P. Højgaard og liggur til skjals hjá formanninum í landsnevndini, Jan A. Joensen.
Og annars, so er landsnevndin soleiðis mannað
Jan A. Joensen, formaður
Kristina Toftegaard Larsen, næstformaður
Karl A. Olsen, skrivari
Heðin D. Poulsen, kassameistari
Jóannes N. Dalsgaard, limur
Erhard Jacobsen, limur
Eileen Sandá, limur
Marta Nystrøm, limur vegna Unga Sjálvstýri
Liðugt við persónligum álopum, orsaka Heðin! Eg setti 5 spurningar. Ongin bleiv svaraður. Eg kann seta enn fleiri. Hvussu stór var undirtøkan á uppstillingar fundur var hjá tykkum, og tit skipaðu fyri barnaansing? Hví hevur Streymoyar sjálvstýrisfelag 4 umboð í landsnevndini? Hevur landsnevndin sett seg í samband við lokalfeløgini (sum umboða stammuna í flokkinum) í samband við politikk floksins? Er samband millum lands- og lokalfeløg (ikki bert gjøgnum lokalu landsnevndarumboðini)?
Tú tekur feil, um tú metir landsnevndina vera stammuna í flokkinum. Hevur m.a. Mítt umboð í landsnevndini, kristina t. Larsen tosað við sítt bakland um hesi viðurskiftini? Ella umboðar hon seg sjálva og sína hugsjón?
DanL
Liðugt við persónligum álopum, orsaka Heðin! Eg setti 5 spurningar. Ongin bleiv svaraður. Eg kann seta enn fleiri. Hvussu stór var undirtøkan á uppstillingar fundur var hjá tykkum, og tit skipaðu fyri barnaansing? Hví hevur Streymoyar sjálvstýrisfelag 4 umboð í landsnevndini? Hevur landsnevndin sett seg í samband við lokalfeløgini (sum umboða stammuna í flokkinum) í samband við politikk floksins? Er samband millum lands- og lokalfeløg (ikki bert gjøgnum lokalu landsnevndarumboðini)?
Tú tekur feil, um tú metir landsnevndina vera stammuna í flokkinum. Hevur m.a. Mítt umboð í landsnevndini, kristina t. Larsen tosað við sítt bakland um hesi viðurskiftini? Ella umboðar hon seg sjálva og sína hugsjón?
DanL
Góði Dan,
Tú spyrt 5 sakligar og viðkomandi spurningar:
1.hvussu nógv fólk møttu upp at tiljubla nýggja formannin á aðalfundinum?
Haldi har vóru um 50 ígjøgnum dagin, ógreitt hvussu nógv jublaðu.
2. Hvussu nógv fólk úr fiskivinnuni luttaka í orðingum av fiskivinnupolitikkinum hjá flokkinum?
Ringt at siga talið, men t.d. hava vit fremsta fiskivinnubúskaparfrøðing, Kára Petersen, á listanum, umframt Hans Blaasvær (fyrr á Føroya Fiskavirking). Sjálvur lurtið eg altíð eftir fiskimonnum sum verfaðiri: fáið nú skikk uppá fiskivinnuna, tit ungu, plagar hann at siga; ikki skal mín lutur liggja eftir.
Nakað annað:
3. Tit profilera tykkum við 1000 lestrarplássum í Føroyum. Hvussu skal tað fremjast í verki?
Havi nærri greitt frá hesum – sí greinar á http://www.sjalvstyri.fo – men partvíst er talan um at stovna fleiri útbúgvingar á grundstigi (búskap, leiðslu, miðlar, útgerðarvinnu, ferðavinnu), partvíst at gera nakrar á hástigi til heimvendandi føroyingar og áhugaðar útlendingar (serliga KT, verkfrøði, ymiskt fiskivinnutengt, umframt lóg, búskap, leiðslu osfr.), partvíst verður talan um eftirútbúgving og víðari útbúgving av verandi arbeiðsmegi (t.d. lærarar og pedagogar umvegis netið). 1000 pláss eru bert byrjanin.
4. Hvussu seriøst er hetta uppskotið gjøgnumarbeitt?
Partvíst byggir hetta á royndir mínar sum dekanir at fremja ætlanirnar í verki. Royndirnar vísa, at stundum verður játtanin minni, tí pengar koma inn í skeiðsgjøldum.
5. hvussu seriøst er Uniklax gjøgnumarbeitt? Hvat snýr hetta seg um?
Sjálvstýrisflokkurin stuðlar at flyta Vinnuháskúlan til Klaksvíkar at hava høvuðsstøð (umframt útibúðir á Kambsdali, í Havn osfr.). Har skal vera útbúgvingarmiðstøð við bæði miðnámi og hægri útbúgving.
Ætlanin er eins og í øðrum útjaðarabýum sum t.d. Akureyri at skapa vøkstur ígjøgnum útbúgving og synergi við siðbundið vinnulív.
Vinarliga
Kári á Rógvi
Góði Dan,
Tú setti enn fleiri:
Hvussu stór var undirtøkan á uppstillingar fundur var hjá tykkum, og tit skipaðu fyri barnaansing?
Vanliga eru um 60 fólk til tiltøkini hjá okkum, tvs. fleiri enn til landstiltøkini. Rættiliga vist hjálpa hugni, matur og barnaansing í so máta.
Hví hevur Streymoyar sjálvstýrisfelag 4 umboð í landsnevndini?
Streymoyar Sjálsvstýrisfelag fevnir um 2 av gomlu valdømunum og hevur tí 2 umboð.
Hevur landsnevndin sett seg í samband við lokalfeløgini (sum umboða stammuna í flokkinum) í samband við politikk floksins?
Ja, men tey mugu sjálvi útgreina tilgongdina. Streymoyar felagið hevur t,d. sum felagið í tí økinum, har flest fiskimenn búgva, gjørt egna samtykt um fiskivinnupolitikk; hon sæst á heimasíðuni.
Er samband millum lands- og lokalfeløg (ikki bert gjøgnum lokalu landsnevndarumboðini)?
Ja, landsfelagið er felagið hjá lokalfeløgunum. Streymoyarformaðurin kennir seg t.d. sera væl kunnaðan.
Hevur m.a. mítt umboð í landsnevndini, kristina t. Larsen tosað við sítt bakland um hesi viðurskiftini? Ella umboðar hon seg sjálva og sína hugsjón?
Kristina segði ja at taka við nevndarsessi bæði í landsnevnd og lokalnevnd. Kunningin kann vera trupul, tí fundirnir í Eysturoy ikki eru teir best vitjaðu, men hon kann greiða nærri frá sjálv.
Lítið vardi tað meg, tá eg legði fyrsta innleggið inn her, at formaðurin skuldi hava stundir at senda mær teldupost, har mín persónur varð so gjøgnum hølvaður og hunddálkaður. Eftir tað bað eg hin altíð siðiliga Heðin D. Poulsen um at taka míni innlegg av hesi síðu, men hann væntaði, at fólk fór at halda, at hann sensureraði innleggini. Eg fari hervið at heita á Heðin um at taka míni innlegg av hesi síðu. Eg havi heilt einfalt ikki hug og eftir øllum at døma als ikki førleika fyri at kjakast við formannin í Sjálvstýrisflokkinum. Yvir og farin!
DanL
Góði Dan,
Nú havi eg svarað spurningum tínum omanfyri – ert tú ónøgdur við svarini?
KáR