22/03 2011

Lægri inntøkuskatt – og vit vita hvussu!

Sambært § 2 í lóg um vinnuligan fiskiskap er alt fiskiríkidømi hjá Føroyum ogn Føroya fólk. Greið tala fyri tey flestu, vit øll í Føroyum eiga fiskin. Hóast hetta kann eg ikki fáa fatur á einum fiskiloyvi, uttan at skulu keypa hetta, ikki frá landinum, men frá einum partafelag.

Tá allir borgarar landsins við lóg eiga fiskiríkidømi, hevur hvør einasti føroyingur rætt til eitt fiskiloyvi. Hvør einstakur føroyingur kundi so avgjørt um hann vildi brúkt tað til vinnuligan fiskiskap ella selt tað.

Hóast rættvís skipan, hevði hetta verið trupul skipan at umsitið. Sjálvt um hetta ikki er ein møguleiki, hava føroyingar tó framvegis rætt til teirra ríkidømi og skuldi fiskiríkidømi komi øllum føroyingum til gagns við aðrari skipan.

Í dag er tað Jacob Vestergaard sum avgerð hvørji partafeløg ókeypis fáa fiskiloyvir og harvið ágóðan av fiskiríkidømi Føroya fólks, hetta er ikki rætt.

Somuleiðis sum oljufeløg rinda fyri loyvi at leita og útvinna kolvetni, skulu feløg sum reka fiskivinnu rinda fyri loyvir at fiska vinnuligt. Í samstarv við vinnuna og fíggingarstovnar hevði borið til at komið fram til eina trygga skipan, sum ikki avtoftar fiskivinnuna, men hevði verið ein rættvís skipan við gjøgnumskygni, har landi, og harvið landsins borgarar, eisini fingu sín part av fiskiríkidømi Føroya fólks.

Pengarnar fyri loyvini vildi verið við til at fíggja sjúkrahús, almannaverkið, útbúgving og kundi enntá verið brúkt til at fíggja eina lækking av heimsins hægsta inntøkuskatti.

Samfelagsbúskaparlig burðardygg fiskivinna
Sjálvstýrisflokkurin hevur samfelagsbúskaparliga burðardygga fiskivinnu í stevnuskránni. Floksformaðurin hevur í Uttanlandsnevndini greitt kravt at tann økta makrelkvotan skal bjóðast út fyri gjald. Hetta gjald mugu vit brúka at lækka skattin við. Eg veit, at fleiri fyrr hava lovað skattalætta. Munurin er, at vit vita, hvussu hann kann lækkast !

Meira um hetta og annað á www.hedindp.com

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Lægri inntøkuskatt – og vit vita hvussu!".