“Pensjónsuppsparing verður skattað við inngjald” eru orðini í samgonguskjalinum um hvussu pensjónin skal skattast. Í dag verður kapitalpensjón skattað á 35% við útgjald og pensjónir sum verða útgoldnar leypandi skattaðar sum vanlig a-inntøka, eitt nú lívrenta og tænastumannapensjón.
Sambært samgonguskjalinum skal skatturin flytast frá útgjaldinum og yvir á inngjaldi. Tað kann hugsast, at tað hjá vanliga løntakaranum ikki fer at merkja so nógv, men fyri tey sum hava lóggivið sær sjálvum serskipanir gerst støðan alsamt betri.
Landsstýris- og løgtingsfólk hava lóggivið sær sjálvum nakrar fúlar pensjón sersømdir sum eingir aðrar løntakarar hava. Landsstýris- og løgtingsfólk rinda ikki eina krónu inn til egna pensjón, tað verður fíggja umvegis skattin, hetta samstundis, sum lóggáva um tvungna pensjónsskipan, har allir borgarar skulu rinda til egna pensjón er ávegis. Tað er í ordan, at vit fáa ein nýggja pensjónsskipan, men hví skal skipanin vera galdandi fyri øll uttan landsstýris- og løgtingsfólk ? Tað er ikki rætt.
Fúla skerskipan
Við tað, at eingin skattur skal rindast av inngjaldinum, men bert útgjaldinum, sleppa politikarar undan øllum skatti av pensjón, tí tá teir einki rinda í inngjaldi er einki at rinda skatt av. Tískil fara landsstýris- og løgtingsfólk sambært samgonguskjaldinum, sum longu hava eina serdeilis favorabla pensjónsserskipan, at fáa enn meira í sín part tí nú skulu teir eisini sleppa undan øllum skatti.
Landsstýris- og løgtingsfólk skulu sum onnur rinda egna pensjón
Nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jørgen Niclasen, vil hava tær almennu lønirnar niður, er upplagt at hann hyggur eftir síni egnu løn og pensjón.
Landsstýrisfólk og løgmaður eru tey sum fáa tær hægstu almennu lønirnar, og umframt løn og skattafrít borðfæð, hava tey rætt til fulla tænastumannapensjón eftir einans 8 starvsárum sum tey harafturat einki skulu rinda inn til (onnur tænastufólk, eitt nú ein tollari, skal arbeiða í 37 ár áðrenn hann hevur rætt til fulla tænastumannapensjón).
Landsstýris- og løgtingsfólk skulu sjálvandi sum onnur rinda inn til egna pensjón í mun til tað sum arbeitt verður, og ikki eftir bert 8 árum hava rætt til fulla tænastumannapensjón, fíggja av skattaborgaranum.
