Løgmaður hevur í dag sent út niðanfyri endurgivna tíðindaskriv. Eg vænti hetta tíðindaskrivi fer í søguna, sum tað tíðindaskrivi, ið boðar frá tí mest innihaldsleysu og láturliga avgerð í føroyskum politikki í nýggjari tíð.
At seta ein politiskan arbeiðsbólk at koma við einum politiskum tilmæli um nakað sum átti at verið loyst í samgonguskjalinum er fulkomuliga láturligt og bert enn ein útsetan av pínuni. Øll sum eru politisk áhuga og hava tosa við tey sum luttóku undir samgongusamráðingunum vita hvussu tað gekk fyri seg. Uttan mun til hvat evnið samrátt var um, so var tað ein maður sum sat á aftasta bonki og viðmerkti “líka mikið hvat tit gera við tí málinum, 1 november 2009, tá skal byrjast uppá Sandoyartunnilin” Hetta er ikki ein gongd lygn, tað einasta málið sum Gerhard vísti áhuga fyri, var tunnilin og tað vistu øll sum luttóku í samráðingunum.
Eingin loysn finst á málinum, uttan so at Gerhard og Páll bakka. Tað virkar sum um tann veruliga uppgávan henda nevndin hevur er, at fáa Gerhard og Páll at bakka, fara teir at bakka, hava teir givið tilsøgn um tað, nei, ikki tað eg veit um.
Alt ímeðan landi so stillisliga fer í hundarnar og landsins leiðsla ferðast heimin runt og spælir fullveldið, er framvegis eingin fíggjarlóg ella játtan til hvørki nýggjar tunlar ella viðlíkahald av teimum gomlu.
Láturliga avgerðin hjá Løgmanni:
“Løgmaður hevur nú tikið stig til at seta nevndina, ið skal arbeiða við tunnilsmálinum. Nevndin skal gera tilmæli um, hvussu verkætlanirnar viðvíkjandi Eysturoyar- og Sandoyartunlinum skulu skipast. Harafturat skal nevndin mæla til, hvørji stig landsstýrið eigur at taka viðvíkjandi løgtingslógini (36/2007) um fast samband millum Sandoy og Streymoy og samtykta uppskotið (79/2006) um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy. Nevndin skal koma við sínum tilmæli á Ólavsøku.
Nevndin verður mannað av landsstýriskvinnuni í vinnumálum, landsstýrismanninum í fíggjarmálum og tveimum umboðum fyri hvønn samgonguflokk. Landsstýriskvinnan í vinnumálum verður forkvinna.
Løgmaður hevur í dag biðið samgonguflokkarnar um at tilnevna síni umboð.
“
