3/01 2008

Spurningur frá vitjandi

Ein vitjandi hevur spurt um hvat eg haldi um at byggja flogvøll á Glyvursnesi.

Eg fekk henda áhugaverda spurningin frá einum vitjandi og eftirsum spurningurin var drúgvur og áhugaverdur, havi eg valt at leggja spurning og svar her.

Góði Heðin,
Her kemur ein spurningur, ið átti at verið heitur fyri allar politikarar, ið eiga børn, ið skulu veksa upp í Havnini:

Hvat heldur tú (og Sjálvstýrisflokkurin) um at byggja nýggjan flogvøll á Glyvursnesi soleiðis at, børnini hjá tær og øll børn, ið veksa upp í Havn, skulu hava tað ‘ólukkusáligu’ gleðina av at hoppa paradís, sparka bólt og fiska makkapirrur í Sandagerði – við flogførum brølandi oman yvir høvdinum og bilum strúkandi eftir smølu vegunum?

Tað verður eitt lív hjá teimum, ha?

Eg haldi meg ana svarið, men hevði kortini verið áhugavert, at tú segði okkum okkurt um hugsan tína í hesum førið. Eg haldi, eg beinleiðis fari at mæla tær til, sum báði pápi og politikari, ið sýnir ábyrgd fyri samfelagnum, at kasta teg inn í kjakið um hendan álvarsliga spurning.
VH

Majbritt

SVAR:

Góða Majbritt, stóra takk fyri spurningin

Fyrst av øllum gott nýggjár, eg vóni tit eru komin gott fram í tað nýggja árið. So til spurning tín.

At byggja nýggjan flogvøll tykist at vera eitt av teimum málunum, ið allir politikarar elska at rópa hart um. Frá 80inum havi eg hoyrt um hesar ætlanir og líka síðani tá havi eg havt míni fyrivarni.

Tá tað ikki var møguligt at koyra til flogvøllin har vesturi, tá gav tað eitt sindur av meining, í hvørt fall fyri íbúgvarnar í Tórshavn og tey sum búðu longri frá flogvøllinum. Nú tað bert tekur eini 30- 40 minuttir ella so at koma til flogvøllin frá Tórshavn, skilji eg ikki allar grundgevingarnar fyri hví vøllurin í Vágunum ikki longur kann brúkast, serliga eftir at hann er útbygdur. Summir siga tað er fyri trygdina, aðrir fyri at betra um flogvallaviðurskiftini og týttleikan og aðrir tí teir meina tað er minni mjørki í Havn.

Flogvøllurin í Vágunum verður nú útbygdur, og haldi eg vit fyrst skulu vita hvussu útbyggingin roynist, áðrenn vit velja at brúka milliardir uppá flogvøll nummar tvey, verður tað seg í Tórshavn, á Skorhæddini ella Søltuvík. Áðrenn farast kann undir byggjan av nýggjum flogvølli, so skulu drúgvar kanningar gerast og er tað gott at landsstýrismaðurin í Vinnumálum hevur sett hetta út í kortið, tí so eru vit fyrireika um tað kemur har til.

Eg eri samdur við tær í, at tankin um larmandi flogfør yvir Tórshavn hvønn dag og tað øktu ferðsluna ikki er serliga tiltalandi.

Tey sum mest hava brúk fyri eini regluligari flúgving og góðum sambandi við umheimin eru vinnulívsfólk, og tí haldi eg at vit politikarar hava skyldu at taka málið upp í tøttum samstarvið við vinnulívsfólk og saman finna bestu loysnina.

vinarliga

Heðin

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Spurningur frá vitjandi".