27/09 2011

Seyðurin kann fara av bønum

Í longri tíð hava fólk kring landið ynskt seyðin burtur frá húsum. Seyðurin hevur verið ein meinbogi fyri tey, sum gleðast um vakrar urtagarðar, fyri ferðsluna, og er tíðin farin frá at seyður gongur millum húsini og ger síni ting.

Sjálvstýrisflokkurin vil nú loysa hetta og hevur lagt fram uppskot á ting.

Uppskotið leggur upp til, at almennu landsbøndirnir skulu kunnu fáa persónligt endurgjald úr Búnaðagrunninum, og óðalsmenn endurgjald eftir greiðari áseting.

Ivamál hevur verið um heimildir hjá kommunum at friða, men við uppskotinum fáa kommunurnar greiða heimild at vetrarfriða, uttan at hetta skal tøma annars sperdar kommunukassar.

Uppskotið heldur fast um at verja ognarrættin við endurgjaldi, men uppskotið ásetir, at fyri landsjørð skal kommunan einki endurgjald lata, heldur skal bóndin fáa endurgjald fyri mista inntøku í 10 ár, sum landið skal rinda úr Búnaðargrunninum.
 
Uppskotið merkir, at bygdir sum Nólsoy, Kollafjørður, flestu bygdir í Eysturoynni, Sandoynni og í Suðri kunnu fara undir at vetrarfriða og fáa seyðin úr bygdunum.
 
Øll vinna; bygdarfólkið, sum sleppur úr óhumskuni, bøndurnir, sum loksins fáa persónligt endurgjald, og kommunurnar, sum fáa ráð at fremja friðingina.

Uppskotið kann lesast her: http://www.logting.fo/files/casestate/11593/028.11%20Haugers%20styrelse%20og%20drift%20KaR.pdf

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Seyðurin kann fara av bønum".