“Mest loyvda veiði, tøkniligar stýringar, friðingar og tillaging í veiðiorkuni, eru saman við fiskiloyvum, besti stovnsvarðveitandi politikkur, til tess at vit kunnu gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt við besta samfelagsbúskapi fyri eyga.”
Javnan hevur flokkurin fund fyri valevnir og mikukvøldið var hildin fundur undir Kongavarða. Politiskt orðaskifti var og somuleiðis var komandi valskrá dúgliga umrødd. Slíkir fundir eru sjálvandi sera væl egnaðir hjá valevnum, at seta sín dám á valskránna sum í hesum døgum verður skrivað. Serliga var tað fiskivinnan sum var umrødd og sjálvandi fekk okkara høvuðsvinna bestu rúmd.
Við tí í huga, at best er at byggja eina valskrá á stevnuskránna, sum jú er politikkur flokksins, var kaga í stevnuskránna; um fiskivinnu sigur stevnuskráin:
“Virkað verður fyri at fremja miðvísa og burðardygga stovnsrøkt í fiskivinnuni grundað á praktiskar og vísindaligar royndir og tilmæli, og at gera greitt býti millum veiðihættir. Húkafiskiskapinum skal verða veittur best møgulig kor.
Mest loyvda veiði, tøkniligar stýringar, friðingar og tillaging í veiðiorkuni, eru saman við fiskiloyvum, besti stovnsvarðveitandi politikkur, til tess at vit kunnu gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt við besta samfelagsbúskapi fyri eyga.
Heildarætlan verður gjørd fyri fiski- og alivinnuna, undir hesum royndir og kanningar við havbiti.
Dentur eigur at verða lagdur á royndarfiskiskap í heima- og altjóðasjógvi. Góðskueftirlit verður skipað eftir myndugleika- og marknaðarkundakrøvum.“
