Stig fyri Stig sangurin
Á tíðindafundi í morgun á Hafnia var valskrá floksins avdúkað. Umframt at leggja valskráina fram, var okkara valsangur “Stig fyri Stig sangurin” eisini avdúkaður. Lurta eftir sanginum her.
Orð: Kári á Rógvi Lag: Terji Rasmussen
Betri góðska
Verri góðska
Beinleiðis í SVF 14. januar
Sjálvstýrisflokkurin hevur givið mær og Kristinu tað álit at umboða flokkin í beinleiðis sending í SVF mánadagin 14. januar klokkan 19.20 til 19.50. Hesar sendingar eru eyðkendar við, at tíðindafólkini eru áleypandi. Vit fara at gera okkara at halda tunguna mitt í munninum og umboðaLES MEIRA
Valskrá floksins
Í desember sendu vit valfaldarin í hvør hús. Flokkurin hevur arbeitt við faldaranum síðani várið 2006. At skriva ein valfaldara er trupult, tí spurningurin er altíð um hvussu nógv skal hann innihalda og hvussu konkretur skal hann vera. Seinni í januar fara vit at senda ein annað valfaldara við persónligum heilsanum fráLES MEIRA
Gleðilig jól
Nógvar dunnur hava mist lívið vegna jólaborðhaldið í kvøld, tí bæði familjan hjá mær og Biritu koma at halda jól heima hjá okkum. Eg vil ynskja tykkum øllum eini gleðilig jól, vónandi fáa tit nakrar deiligar dagar saman.
