Tú lesur síðuna

Hjartamál

 

Fíggjarligt frælsi er vegurin til frælsi
Sambandsflokkarnir royna altíð at ræða fólk við, at vit føroyingar ikki kunnu klára okkum uttan ta fíggjarligu hjálp, vit fáa frá Danmark. Sjálvandi gerast fólk ótrygg, tá leiðandi politikarar siga, at vit ikki kunnu liva uttan blokkin, men tað, sum Sambandi sigur, er ósatt, tí í dag er blokkurin einans nøkur fá % av BTÚ. Um vit seta okkum fyri at minka blokkin við 10% um árið, so eru vit av við hann um fá ár, ein stig fyri stig tillaging. Tá blokkurin er burtur, er fíggjarliga íspunnað ræðumyndin burtur. Sjálvandi kunnu vit klára okkum sjálvi uttan menningarhjálp frá Danmark.

Samfelagsbúskaparliga burðardygga fiskivinnu
Sjálvstýrisflokkurin hevur samfelagsbúskaparliga burðardygga fiskivinnu í stevnuskránni. Floksformaðurin hevur í mars 2011 í Uttanlandsnevndini greitt kravt at tann økta makrelkvotan skal bjóðast út fyri gjald. hetta gjald mugu vit brúka at lækka skattin við. Eg veit, at fleiri fyrr hava lovað skattalætta. munurin er, at vit vita, hvussu hann kann lækkast

Útbúgving

Í Føroyum hevur tað tíverri verið vanligt, at politikarar hava suffað og puffa og hugsað um útreiðslur, tá játtanir skulu latast til útbúgving. Hetta er skeivt, tí útbúgving og gransking eru íløgur í framtíðina, íløgur í tað besta tilfeingi sum er, menniskju. Útbúgving er ein íløga í menning og sjálvbjargni og skulu vit hava fleiri tilboð í Føroyum.

Beinleiðis valdan løgman
Løgmaður skal veljast beinleiðis, tað styrkir bæði valdsbýtið, tryggjar dugnaskap í landsstýri og styrkir valdið hjá løgtinginum.

Føroyar og einki annað enn Føroyar
Føroyar skulu – undir egnum navni – gerast limur í viðkomandi altjóða felagsskapum.

Búnaðarlóggávan
Búnaðarlóggávan skal endurskoðast, so rættindi til traðir, almannarætturin at ferðast í náttúruni og tørvurin á byggilendi verða tryggjaði. Vinnuligi landbúnaðurin skal vera rikin á burðardyggum grundarlag.

Eitt valdømi
Vit skulu framvegis hava eitt valdømi.

Vín og øl í handlarnar
Tað er fjákut, dubultmoralskt og als ikki avmarkandi fyri misnýtsluna, at at ein almennur stovnur skal hava einkarrætt at selja øl og vín. Sjálvandi skal føroyingurin hava møguleikan at keypa vínið afturvið búffinum á sama stað.