Veljarakanningarnar geva Sjálvstýrisflokkinum 2 tingfólk og er triði tinglimurin í eygsjón. Góð tíðindi fyri Sjálvstýrisflokkin, sum eftir næsta val kann koma í lyklastøðu, tá løgmaður skal veljast.
Hóast okkara semjusøkjandi løgmaður fær góða undirtøku millum fólk, er tað eingin sjálvvirkandi skipan sum sigur, at Kaj Leo verður løgmaður aftur. Tí eiga flokkar og veljarar at umhugsa, hvør annar persónur kann blíva løgmaður.
Eftir at Jóannes Eidesgaard mynstraði av og Javnaðarflokkurin so sannførandi peikaði á ein nýggjan mann, kann Javnaðarflokkurin aftur vísa á egnan formann sum uppskot til løgmann. Um hetta verður veruleiki skal eg ikki siga, men um Javnaðarflokkurin framhaldandi fer at góðtaka afturhaldssinnaða politikkin hjá Fólkaflokkinum, verður trupult hjá Javnaðarflokkinum at sannføra veljaran og er trúvirðið hjá flokkinum í vanda.
ABC og eingir reformar
Undan seinasta vali lovaði ABC reformar, á skúlaøkinum, kommunuøkinum, samferðsluøkinum og innan fiskivinnuna. Enn eru eingir reformar framdir, og er tað mangt sum ber brá av, at tað er Fólkaflokkurin sum stendur í vegin fyri framtíðini.
Við Aksel kann Javnaðarflokkurin aftur fáa løgmann, men vil Javnaðarflokkurin samstarv við Sjálvstýrisflokkin, má Javnaðarflokkurin leggja á annan bógv og prógva, at flokkurin torir at fremja reformar, sum lovaðir vóru undan seinasta vali.
