Edmund Joensen finst í grein hvassliga at ABC samgonguni og sigur at ABC einki hevur gjørt at betra um viðurskiftini millum Føroyar og ES. Nógv av tí Edmund førir fram er skilagott, serliga um hetta afturvendandi fyribrigdi í Føroyum, at tíðin verður brúkt uppá lutfalsliga smámál, heldur enn týðandi stórmál og sipar hann til eitt nú nýggja heimsatlasið, har stóra stríðsmálið er, um Chile skal stavast við K ella C.
ABC, fólkaflyting og búskaparlig niðurgongd
Edmund Joensen ávarar um stóra fólkaflyting, niðurgongd í búskapinum og enntá at vit dovna sosialt, hvat tað so enn merkir. Tað kann gott vera, at profetiin hjá Edmund Joensen er sonn, hann er hóast alt royndur vinnulívsmaður og gamal í politikki.
Ótrúligt tó, at Edmund Joensen ikki einans er partur av abc, men hann er í sama flokki sum løgmaður. Edmund Joensen er harafturat tingmaður og fólkatingsmaður fyri sambandsflokkin. Man skuldi trúð, at hann fyri tvær høgar almennar lønir megnaði at gera sína ávirkan galdandi í samgonguni sum hann sjálvur stuðlar, heldur enn at niðurgera sínar egnu, men kanska hevur hann ikki tíð, hann er bara hálvur í hvørjum stað.
Mangan verður tosað um Gerhard, at hann er tvørur og gongur ímóti samgonguni og sínum egna flokki, men hvat er tað sum er við Edmund Joensen, at hann ferð eftir ferð kann niðurgera sína egnu samgongu, uttan at nakar í hansara egna flokki talar at ?
Lortaspann til løgmann
Edmund Joensen kallar enntá uppskotið hjá samgonguni og harvið uppskotið hjá sínum egna løgmanni fyri “gjøgnumsúrgað av heimføðisligari, misskiltari nationalismu, sum køvir alt framfýsnið og avbyrgir okkara land” Ikki hissini lortaspann hjá løgmanni at fáa yvir sín krop frá einum floks- og samgongufelagið, men hvar er løgmaður, jú løgmaður smílist og gleðist hann við øllum, sum livandi er.
Edmund Joensen endar við at staðfesta, at so leingi sum ABC-landsstýrið rekur europapolitikk, so hendir absolutt onki. Tað kunnu tey flestu semjast við Edmund Joensen um, tí so leingi Edmund Joensen og ABC stýra hesum landi, so hendir nevniliga einki.
Í øllum førum einki annað, enn at ABC-fólkini liva av at vera bæði stjórn og andstøða í senn og lata landið reka fyri vág og vind. Tað er veljarin sum kann vraka ABC – bæði ABC -samgonguna og ABC-andstøðuna !
Sí meira um hetta og annað á www.hedindp.com

Hatta er púra rætt sum tú sigur, um Edmun meinar nakað við tað, so skuldi hann ikki verið í samgonguni, hann er bara ímóti øllum og koyrir solo