Spennandi verður hvat framtíðin hevur at bjóða, nú Fólkaflokkurin meldaði seg úr ABC. Uttan iva vil Fólkaflokkurin val sum skjótast, tí teir eru ræddir fyri Poul M og veljarakanningum, sum bara vísa píl niðureftir.
Tað er langt síðani Sjálvstýrisflokkurin misti álit á samgonguni, men spurningurin er, um tíðin er tann rætta at kasta landið út í stjórnarloysi júst nú. Av uppskotunum sum liggja í løgtinginum, eru tað fleiri skilagóð uppskot og óheppið hevði verið um øll hesi, summi stórmál, skulu fara fyri bakka bara tí ein flokkur ikki kann samstarva.
Sjálvstýrisflokkurin hevur til dømis á tingborði hesi uppskot:
- At lækka skattin við at indeksera skattamørkini samsvarandi príshækkan
- At geva lesandi skattafrádrátt
- At skráseta fíggjarlig áhugamál hjá tinglimum
- At loyva at framleiða øl, sum er veikari enn tað vín, sum lov er at innflyta
- At dagføra foreldramyndugleika
- At tryggja øllum høvi at velja hægri útbúgving í Føroyum
- At skipa skúladeplar
- At fáa inntøkur í landskassan og dynamikk í búskapin við at bjóða makrelin út
Landsstýrisfólkini hava eisini lagt ymiskt fram, sum embætisverkið hevur fyrireikað, og sumt av tí er eisini best at fáa avgreitt, men politikk førir landsstýrið ikki.
Sjálvstýrisflokkurin er einasti veruliga liberali flokkur. Sjálvstýrisflokkurin er einasti tjóðskaparflokkur, sum veit hvat sjálvstýri skal brúkast til.
Nógv politisk telving er nú og eru teir komandi dagarnar allarhelst týðandi fyri hvønn veg tað fer at fara. Við formanni og løgmansevni Sjálvstýrisfloksins Kára á Rógvi á odda, eri eg sannførdur um, at rætt verður telvað.
Men veljarin fær høvi skjótt. Tá má hann vraka bæði tann nýggja og tann gamla Fólkaflokkin og geva Sjálvstýrisflokkinum og Kára á Rógvi mandat at føra frílyntan politikk.

Hey Heðin,
Tíbetur fyri meg raðfesti veljarin øðrvísi – men píkasjey tað er spell fyri hann, at hann ikki vísti okkum álit. Hugsa tær, um 200 atkvøður fluttu frá mær til tín í 2008, so var mangt vorðið øðrvísi.
Men, veljarin kann ikki siga, at hann ikki hevði kjansin!
Kári
Ja, eg kann ikki siga annað enn, at lívið uttanfyri politiska spæliplássi er munandi hyggeligari og familjuríkari enn at vea partur av politiska óskilinum, og tað er ongantíð so ringt sum nú.