22/05 2008

Sandoyggin bløðir…

Sandoyggin doyr út, vinnulívið yvirlivir ikki uttan tunnil, oyggin verður avtoftað, alt tað unga fólkið rýmir. Alt hetta jammurið hevur Føroya fólk hoyrt Gerhard tosað um tey seinastu árini.

Hetta eru ógvusligar og daprar niðurstøður sum Gerhard kemur til og ein kann ikki annað enn blíva ávirkaður av hesum og trúgva tí sum Gerhard sigur. Tá tað nú er so ræðuligt statt á Sandoynni, so helt eg, at eg mátti kannað málið nærri.

Íbúgvaratal hækkað tey síðstu 10 árini
Fyri at finna út av um Gerhard hevði rætt, so fór eg at leita eftir tølum á heimasíðuni hjá Hagstovuni, har kann man jú síggja tey ovurhonds stóru avtoftingar tølini. Men hvat síggi eg, íbúgvaratalið á Sandoynni er als ikki minkað tey síðstu 10 árini. Sambært tølum frá heimasíðuni hjá Hagstovuni, vísur tað seg, at fólkatalið í Sandoynni er stillisliga vaksandi. Í 1998 búðu 1.374 íbúgvar og í 2007 vóru 1.406 íbúgvar. Her var eingin sannførandi katastrofal minking sum tingmaðurin annars hevur tosað um. Sama skilið var viðvíkjandi mongdini av løntakarum, í 1997 vóru 609 løntakarar og í 2007 vóru tað 685, altso ein vøkstur í løntakarum.

Arbeiðsloysið næstan einki
Ná, eftir at hava sitið eina løtu við einum heldur positivum skuffilsi í munninum, hugsaði eg, at mestan man arbeiðsloysið vera rekord høgt. Eg leitaði mær inn á heimasíðuna hjá Arbeiðsloysisskipanini fyri at finna svar. Men hvat síggi eg nú, í november 2007 var arbeiðsloysið í Sandoynni 3 fólk, í mun til 30 í ár 2000….

Eg sat sum kánus, eru hetta tey faktuellu tølini sum siga at oyggin bløðir, doyr út, vinnulívið ikki hevur ein kjans, oyggin verður avtoftað og at alt tað unga fólki rýmir ????

Gerhard veit best
Sjálvandi, hetta eru bara tøl og fakta. Tað er uttan iva so, at Gerhard veit alt nógvar ferðir betur. Tí hóast hann hevur alment starv í Tórshavn, so ferðast hann dúgliga ímillum arbeiðsplássið og heimstaðin Skopun og tað er eisini har hann móttekur aðrar almennar lønir. Kanska Gerhard fer at leggja síni tøl og fakta á borið, um hvussu ringt skilið er á tí vøkru Sandoynni.

N.B.
Á heimasíðuni hjá Hagstovuni eru nógv ymiskt fakta at finna. Omanfyrinevndu tøl eru nøkur fá av teimum mongu faktuellu tølunum hjá Hagstovuni. Sjálvt um øll tølini ikki eru viðgjørd her, so hava tølini á heimasíðuni hjá Hagstovuni tað til felags, at tey prógva júst tað øvugta sum Gerhard sigur, nevniliga, at oyggin ikki er við at doyggja út, men er í menning og stendur í vøkstri.

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Sandoyggin bløðir…".