Eftir drúgva umhugsan havi eg tikið avgerð um, at eg ikki fari at stilla upp til komandi løgtingsval. Eg havi valt at raðfesta familjuna, mítt privatlív og tað góða og avbjóðandi starv, ið eg havi á Tryggingarfelagnum Føroyar. Eg klamsi ikki við hurðum, og um vilji er, haldi eg fegin áfram í teimum álitissessum, sum flokkurin hevur valt meg í, og verði eg verandi limur í Sjálvstýrisflokkinum.
Fari at nýta høvi at takka øllum teimum, sum hava sett kross sín við mítt navn, síðani eg fyrstu ferð stillaði upp, og teimum 174 sum atkvøddu fyri mær, síðstu ferð eg av fólkinum varð vigaður.
Eg fari at reka fyri Sjálvstýrisflokkin og vóni, at flokkurin saman við Kára á Rógvi og øðrum góðum valevnum av somu áskoðan fáa eitt gott val.
Koyr á Kári! Koyr á Sjálvstýrisflokkurin.
Heðin D. Poulsen

Sakni teg á vøllinum!