20/11 2011

Ikki eitt orð um Eysturoyartunnil

Alfred Olsen man vera tann politikarin, sum hevur tosa mest um ein tunnil millum Streymoynna og Eysturoynna. Nakað sum Gerhard hevur hann upp í saman við sínum eyðkenda tosingarlag sannført veljarar, at hann er besta umboðið teirra, tí hann kann fáa undirsjóvartunnil gjørdan millum Streymoynna og Eysturoynna.

Hóast sjáldsama einkisigandi, so hevur samgonguskjalið hóast alt nakrar konkretar ásetingar, eitt nú um skattin, blokkin og so hesa orðing: Harumframt skal ein loysn finnast fyri føstum sambandi til suðurøkið. Fylgibólkur við umboðum úr samgonguflokkunum verður settur, og arbeiðið skal verða liðugt 1. apríl 2012.

Fast samband til suðurøkið kundi hóskandi verið yvirskriftin, men ikki eitt orð um tunnilin hjá Alfred, ikki eitt.

Eg hugsi við mær sjálvum, hvar er orðingin um tunnilin millum Streymoynna og Eysturoynna og hvar er Alfred ?

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Ikki eitt orð um Eysturoyartunnil".