22/12 2008

Súluskipanin ólóglig 1. januar

Nýggja marknaðarføringslógin kemur í gildi 1. januar 2009, og kann grein 10 koma at gera av við verandi Súluskipan hjá Atlantic Airways.

Ásett er í § 10, at tað ikki er loyvt at veita avslátt ella aðra veiting við merkjum, seðlum ella tílíkum, sum tann vinnurekandi bjóðar undan keypinum.

Súluskipanin hjá Atlantic Airways, ið bjóðar viðskiftafólkunum eitt súlustempul fyri hvønn keyptan ferðaseðil, fellur møguliga undir hesa áseting.

Atlantic hevur tó møguleikan at velja, at tillaga skipanina sambært lógini. Hetta inniber millum annað, at Atlantic skal seta eitt krónuvirðið á hvørt stempul, og at viðskiftafólk skulu hava møguleikan at býta um hvørt stempul fyri pengar.

Ein annar áhugaverdur vinkul er, at sambært viðskiftatreytunum fyri Súluskipanina hjá Atlantic, so fer skipanin úr gildi automatiskt beinanvegin, um skipanin verður tikin av orsakað av lógarbroytingum. Við øðrum orðum kann tað hugsast, at øll samlaði súlustempul einki eru verd 1. januar 2009, um skipanin ikki verður broytt samsvarandi lógini.

Spruningurin er so, er hetta enn ein fótongul fyri Atlantic Airways, ella ein funnin fressur, at koma við “óvæntaðum” sparingum ?

 

Lógarásetingin:

Avsláttarseðlar og -merki
§ 10. Ikki er loyvt at lata avslátt ella aðra veiting við merkjum, seðlum ella tílíkum, sum tann vinnurekandi bjóðar undan keypinum av eini vøru ella tænastu.

Stk. 2. Vinnurekandi kunnu tó, tá vøra verður seld, ella tænasta veitt, geva avslátt ella aðra veiting við at lata merki, seðlar ella líknandi, sum kunnu loysast út seinni, um so er, at hvørt einstakt merki á týðiligan hátt ber navnið á tí persóni ella fyritøku, ið hevur skrivað merkini út, við tilskilan av virðinum í danskari mynt. Tann, ið letur avsláttin, skal loysa út merki fyri teirra áljóðandi virði, tá eitt tal av merkjum við ávísari samlaðari upphædd, hvørs stødd verður avgjørd av avvarðandi landsstýrismanni, verður kravt loyst út.

Brot úr viðskiftatreytunum hjá Atlantic Airways:

2.6    Fingin Súlustempul eru persónlig og kunnu ikki seljast, latast, arvast ella verða innloyst móti endurgjaldi, men bara nýtast til tey endamál, ið Atlantic Airways hevur ásett. Tveir ella fleiri persónar kunnu ikki leggja súlur sínar saman, t.d. fyri at røkka einum marki fyri ókeypis ferð.

4.5 …. Upplýst kann eisini verða um slíkar broytingar, tá ið fólk spyrja seg fyri. Sama er galdandi fyri allar samstarvsfelagar hjá Atlantic Airways í Súluskipanini. Verður Súluskipanin tikin av, kunnu fingnar súlur verða brúktar komandi tríggjar mánaðirnar eftir at boðað er frá hesum. Hetta er kortini ikki galdandi, um skipanin verður tikin av orsakað av lógarbroytingum, avgerð hjá dómstóli, kravboðum frá almennum myndugleikum, broytingum í rutuskipanum ella tílíkum, tí tá falla fingar súlur burtur uttan endurgjald av nøkrum slagi.

 

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Súluskipanin ólóglig 1. januar".