Evni: Tíðindi
28/06 2011

Vit eiga at herða átøkini til fyribyrging móti royking

Royking er vandamikið og tí berjast myndugleikar og fólk frá heilsuverkum kring allan heimin ímóti tubbakinum.

Eitt sum hildið verður ger mun eru upplýsandi átøk og marknaðarføring ímóti royking. Í USA hava myndugleikarnar júst samtykt eina ræðu kampanju við grafiskum myndum sum skulu prentast á sigarettpakkarnar fyri at ræða fólk frá royking.

Slíka kampanju haldi eg er nakað Fyribyrgingarráði og myndugleikar í Føroyum átti at hugsa seriøst um at eftirlíkna.

Meira um átakið á heimasíðuni hjá myndugleikanum í USA: http://www.fda.gov/TobaccoProducts/Labeling/CigaretteWarningLabels/default.htm

Eisini hevur New York Times grein um tað sama: http://www.nytimes.com/2011/06/22/health/policy/22smoke.html?_r=1&hpw

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

  1. 28/06 2011

    Hoyrt hoyrt!

    Vit eiga at seta okkum sum mál, at nýggju ættarliðini ikki gerast roykjarar.

    Tí eiga vit:
    - at halda og kanska enntá hækka aldursmark
    - at taka av hálva tollfría kartongið
    - at banna tollfríum tubbakki til skip og onnur før (bon)
    - at gera royking alsamt dýrari