5/12 2007

Útbúgving, útbúgving, útbúgving

Upon the education of the people of this country the fate of this country depends

Um vit skulu mennast sum fólk og tjóð er neyðugt at útbúgving og gransking verður raðfest hægri enn higartil.

Í nógv ár hava vegir, tunlar, betong og asfalt verið raðfest ovast. Vit hava so sanniliga eisini nógv góð avrik at vísa á á samferðsluøkinum, avrik sum vit øll og samfelagið hava gleði og gagn av. Sjálvandi kunnu vit halda áfram at útbyggja samferðslukervið, tað eru framvegis fleiri bygdir í Føroyum, ið høvdu verið fegnar at fingið ein tunnil ella ein nýggjan landsveg. Kravið um betran av samferðslukervinum fer neyvan nakrantíð at tagna.

Tíðin komin at raðfesta útbúgving
Eftir at hava brúkt milliardir uppá betran av samferðslukervinum, er neyðugt at raðfesta útbúgving. Tað fyrsta sum má henda er, ein hugburðsbroyting. Útbúgving er ikki ein útreiðsla fyri samfelagið, men ein íløga í framtíðina hjá samfelagnum. Útbúgving kann samanberast við bygging av havnum. Høvdu milliónir av krónum ikki verið brúktar uppá havnabygging í Føroyum, høvdu bygdir verið avtoftaðar og grundarlagið fyri arbeiðsplássum burtur. Sama er galdandi við útbúgving, verður útbúgving ikki raðfest hægri, enda vit á aftastu røð saman við menningarlondunum, júst sum vit gera í PISA kanningunum.

Gera vit ikki hesa íløgu í okkara týdningarmesta tilfeingi, er vandi fyri at menningin av samfelagnum steðgar upp. Vælferðarsamfelagið hevur brúk fyri væl útbúnum fólki og kann útbúgving aldrin vera ein last, men bert ein fyrimunur.

Eg vil stríðast fyri útbúgving
Eftir næsta løgtingsval fari eg at stríðast fyri at betra um útbúgvingarstøði í Føroyum á øllum stigum, í Fólkaskúlanum, miðnám, handaligum útbúgvingum og hægri útbúgving. Okkara mál í Sjálvstýrisflokkinum er, at innan næsta valskeið er lokið, skulu vit hava tvífaldað útbúgvingartilboðini í Føroyum.

Fígging skal til, eingin ivi um tað, vit vilja raðfesta útbúgving og fáa tað fígging sum skal til, tí sum Benjamin Disraeli, forsetisráðharri í Bretlandi og faðir at tí bretska “Conservativ Party” segði:

Upon the education of the people of this country the fate of this country depends.”

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

  1. 5/12 2007

    Púra samdur.