Evni: Ymiskt
7/12 2011

Fløskupostur funnin í Íslandi av føroyingi

Á sumri 2010 fór sonur mín Ludvík at forvitnast um hvat ein fløskupostur var fyri nakað. Vit greiddu honum frá hvat man gjørdi og hann lurtaði spentur. Løtu seinni kom hann við fínari tekning og bað meg hjálpa sær við eini fløsku. Vit funnu fram eina fløsku og umframt tekningina skrivaðu vit hvørji vit vóru og okkara adressu.

Síðani fór vit í bátin og út um fjørðin í Sandvík. Undir Skriðum á streymasjógvi tveitti Ludvík sín fyrsta fløskupost. Nakað av prátið var um hvar hann mundi fara og vit greiddu Ludvík frá, at møguliga hoyrdu vit einki aftur, tí nógvir fløskupostar blívur bara burtur. Tað vildi Ludvík ikki ikki ordiliga góðtaka, tí sum hann segði, at nú hevði hann sent eina heilsan og so fór hann at fáa svar.

Ein seinnapart á sumri 2011 tá eg lurti eftir telefonsvararanum, er heilsan úr Íslandi at hoyra. Tað er ein kvinnurødd, tosar føroyskt sum ein, ið hevur búð uttanlands leingi. Hon fortelur, at hon ein dagin hevði gingið ein túr í fjøruni har hon búði í Húsavík á norðurlandinum og gekk hon seg á eina heldur øðrvísi fløsku. Tað var fløskuposturin hjá Ludvík.


Finnarin av fløskupostinum Emhild Olsen saman við Ludvík og mær
.

Tað er altíð stuttligt tá fløskupostar koma afturíaftur, men vit hildu tað vera sjáldsama stuttligt, at fløskuposturin eftir einum ári var funnin í Íslandi av einum føroyingi búsitandi í Íslandi.

Hóast vit vóru yvirraskaði, kom hetta ikki heilt óvart á Ludvík, tí sum hann segði, sjálvandi fór onkur at svara mær aftur.

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Fløskupostur funnin í Íslandi av føroyingi".