Evni: Ymiskt
1/07 2011

Oyggjaleikir og ÍSB í Athen

Tað er at fegnast um, at miðlarnar gera nógv burturúr Oyggjaleikunum á Wight, tað er bæði spennandi og stuttligt at síggja og hoyra hvussu gott okkara fólk klára seg.

Tað er harmar meg tó, at lítið og einki verður gjørt burturúr olympisku leikunum sum eru í Athen í løtuni. Okkara fólk frá ÍSB eru í hesum døgum í Athen, men er lítið at frætta frá miðlunum um hetta.

At privatu miðlarnar velja hetta frá er so teirra val, men eg haldi, at almennu miðlarnar hava eina skyldu eisini at varpa ljós á ítróttaravrikini hjá teimum í ÍSB.

Á heimasíðuni hjá ÍSB ber til at lesa, at tað ikki bara er á Wight at vit fáa gull, men eisini í Athen.

 

VIÐMERKINGAR

Fylg viðmerkingunum við RSS 2.0. Ger so væl og skriva eina viðmerking, ella ger eitt trackback frá tínari heimasíðu.

Í løtuni eru ongar viðmerkingar til greinina "Oyggjaleikir og ÍSB í Athen".